Privatlívspolitikkur
Seinast dagført: 20. november 2026
Solberg Souvenirs ApS rekur hendan handilin og hesa heimasíðuna, íroknað allar viðkomandi upplýsingar, innihald, funktiónir, amboð, vørur og tænastur, fyri at geva tær sum kunda eina vælvalda keypsuppliving ("Tænasturnar"). Solberg Souvenirs ApS brúkar Shopify, sum ger tað møguligt hjá okkum at veita tær Tænasturnar. Hesin privatlívspolitikkur lýsir, hvussu vit savna, brúka og lata víðari tínar persónupplýsingar, tá ið tú vitjar, brúkar ella gert eitt keyp ella annan handil gjøgnum Tænasturnar ella á annan hátt samskiftir við okkum. Um ósamsvar er millum okkara tænastutreytir og henda privatlívspolitikk, er hesin privatlívspolitikkur galdandi viðvíkjandi savning, viðgerð og víðarilating av tínum persónupplýsingum.
Vinarliga les henda privatlívspolitikk gjølla. Við at brúka Tænasturnar og fáa atgongd til tær váttar tú, at tú hevur lisið henda privatlívspolitikk og skilir savningina, nýtsluna og víðarilatingina av tínum upplýsingum, sum lýst her.
Persónupplýsingar, sum vit savna ella viðgera
Tá ið vit nýta hugtakið "persónupplýsingar", meina vit upplýsingar, sum eyðmerkja teg ella við rímiligheit kunnu knýtast at tær ella einum øðrum persóni. Persónupplýsingar fevna ikki um upplýsingar, sum verða savnaðar dulnevndar, ella sum eru gjørdar ókenniligar, so tær ikki kunnu eyðmerkja teg ella við rímiligheit knýtast at tær. Vit kunnu savna ella viðgera hesar bólkar av persónupplýsingum, íroknað niðurstøður, sum eru dregnar av hesum persónupplýsingum, alt eftir hvussu tú samvirkar við Tænasturnar, hvar tú býrt, og sum loyvt ella kravt sambært galdandi lóggávu:
- Sambandsupplýsingar, millum annað navn títt, bústaður tín, rokningarbústaður, sendingarbústaður, telefonnummar títt og teldupostadressa tín.
- Fíggjarligar upplýsingar, millum annað kredittkort-, debetkort- og kontunummur, upplýsingar um gjaldskort, upplýsingar um bankakontu, upplýsingar um handlar, gjaldsháttur, gjaldsváttan og aðrar gjaldsupplýsingar.
- Kontuupplýsingar, millum annað brúkaranavn títt, loyniorð títt, trygdarspurningar tínir, stillingar og val.
- Handilsupplýsingar, millum annað tær vørur, sum tú hyggur at, leggur í keypskurvina, leggur á ynskilistan ella keypir, sendir aftur, býtir ella avlýsir, og tínir fyrrverandi handlar.
- Samskifti við okkum, millum annað tær upplýsingar, sum tú tekur við í samskiftinum við okkum, t.d. tá ið tú sendir eina umbøn til kundatænastuna.
- Eindarupplýsingar, millum annað upplýsingar um eind tína, browser ella netsamband, IP-adressu tína og onnur serstøk eyðmerki.
- Nýtsluupplýsingar, millum annað upplýsingar um títt samvirki við Tænasturnar, íroknað hvussu og nær tú samvirkar við ella ferðast á Tænastunum.
Keldur til persónupplýsingar
Vit kunnu savna persónupplýsingar frá hesum keldum:
- Beinleiðis frá tær, millum annað tá ið tú stovnar eina kontu, vitjar ella brúkar Tænasturnar, samskiftir við okkum ella á annan hátt gevur okkum tínar persónupplýsingar.
- Sjálvvirkandi gjøgnum Tænasturnar, millum annað frá eind tíni, tá ið tú brúkar okkara vørur ella tænastur ella vitjar okkara heimasíður, og gjøgnum nýtslu av farsporum (cookies) og líknandi teknologi.
- Frá okkara tænastuveitarum, millum annað tá ið vit nýta teir at gera ávísa teknologi møguliga, og tá ið teir savna ella viðgera tínar persónupplýsingar okkara vegna.
- Frá okkara samstarvsfeløgum ella øðrum triðjapersónum.
Soleiðis brúka vit tínar persónupplýsingar
Alt eftir hvussu tú samvirkar við okkum, ella hvørjar av Tænastunum tú brúkar, kunnu vit brúka persónupplýsingar til hesi endamál:
- At veita, tillaga og betra Tænasturnar. Vit brúka tínar persónupplýsingar til at veita tær Tænasturnar, millum annað til at uppfylla okkara avtalu við teg, viðgera tínar gjaldingar, avgreiða tínar bíleggingar, minnast tínar stillingar og tær vørur, tú hevur áhuga fyri, senda tær fráboðanir um kontu tína, viðgera keyp, afturrendingar, umbýti ella aðrar handlar, stovna, viðlíkahalda og á annan hátt umsita kontu tína, skipa fyri sending, gera møguligar afturrendingar og umbýti lættari, gera tað møguligt hjá tær at skriva ummæli og at skapa eina tillagaða keypsuppliving fyri teg, t.d. við at viðmæla vørur, sum hava samband við tíni keyp. Hetta kann fevna um at brúka tínar persónupplýsingar til betur at tillaga og betra Tænasturnar.
- Marknaðarføring og lýsingar. Vit brúka tínar persónupplýsingar til marknaðarføring og søluátøk, t.d. til at senda marknaðarføring, lýsingar og tilboð við telduposti, SMS ella posti, og til at vísa tær lýsingar á netinum fyri vørur ella tænastur á Tænastunum ella øðrum heimasíðum, millum annað grundað á vørur, sum tú áður hevur keypt ella lagt í keypskurvina, og annað virksemi á Tænastunum.
- Trygd og fyribyrging av sviki. Vit brúka tínar persónupplýsingar til at góðkenna kontu tína, til at geva tær eina trygga gjalds- og keypsuppliving, til at avdúka, kanna ella seta inn ímóti møguligum sviksamum, ólógligum, ótryggum ella illgrundaðum virksemi, verja almenna trygd og tryggja okkara tænastur. Um tú velur at brúka Tænasturnar og skráseta eina kontu, hevur tú ábyrgdina av at halda tínar kontuupplýsingar tryggar. Vit mæla staðiliga til, at tú ikki deilir brúkaranavn títt, loyniorð títt ella aðrar atgongdarupplýsingar við onnur.
- Samskifti við teg. Vit brúka tínar persónupplýsingar til at veita tær kundatænastu, svara tínum fyrispurningum, veita tær effektivar tænastur og varðveita okkara handilssamband við teg.
- Rættarligar orsøkir. Vit brúka tínar persónupplýsingar til at halda galdandi lóggávu ella svara gildugum rættarligum tilgongdum, millum annað umbønum frá løgregluni ella almennum myndugleikum, til at kanna ella luttaka í sivilum trætumálum, møguligum ella veruligum rættarmálum ella øðrum ósemjum og til at handhevja ella kanna møgulig brot á okkara treytir ella politikkir.
Soleiðis lata vit persónupplýsingar víðari
Undir ávísum umstøðum kunnu vit lata tínar persónupplýsingar víðari til triðjapersónar til heimilað endamál sambært hesum privatlívspolitikki. Slíkar umstøður kunnu millum annað vera:
- Til Shopify, veitarar og aðrar triðjapersónar, sum útinna tænastur okkara vegna (t.d. KT-umsiting, gjaldsviðgerð, dátugreining, kundatænastu, skýgoyming, avgreiðslu og sending).
- Til handils- og marknaðarføringssamstarvsfeløg fyri at veita marknaðarføringstænastur og vísa tær lýsingar. Vit brúka t.d. Shopify til at stuðla persónligum lýsingum gjøgnum tænastur hjá triðjapersónum grundað á títt virksemi á netinum hjá ymiskum handlum og á ymiskum heimasíðum. Okkara handils- og marknaðarføringssamstarvsfeløg fara at brúka tínar upplýsingar samsvarandi teirra egnu fráboðanum um vernd av persónupplýsingum. Alt eftir hvar tú býrt, kanst tú hava rætt til at biðja okkum um ikki at deila upplýsingar um teg fyri at vísa tær málrættaðar lýsingar og marknaðarføring grundað á títt virksemi á netinum hjá ymiskum handlum og á ymiskum heimasíðum. .
- Tá ið tú biður okkum um ella á annan hátt gevur samtykki til, at vit lata ávísar upplýsingar víðari til triðjapersónar, t.d. fyri at senda tær vørur ella gjøgnum tína nýtslu av widgets til sosialar miðlar ella innritanarsamskipanir.
- Til okkara atknýttu feløg ella á annan hátt innan fyri okkara samtak.
- Í sambandi við eitt handilsmál, t.d. eina samanlegging ella eitt trot, fyri at halda galdandi rættarligar skyldur (íroknað at svara stevningum, húsarannsóknarúrskurðum og líknandi umbønum), fyri at handhevja galdandi tænastutreytir ella politikkir og fyri at verja Tænasturnar, okkara rættindi og rættindini hjá okkara brúkarum ella øðrum.
Sambandið við Shopify
Tænasturnar verða hýstar av Shopify, sum savnar og viðger persónupplýsingar um tína atgongd til og nýtslu av Tænastunum fyri at veita og betra Tænasturnar fyri teg. Upplýsingar, sum tú sendir inn til Tænasturnar, verða fluttar til og deildar við Shopify og triðjapersónar, sum kunnu vera í øðrum londum enn tí, tú býrt í, fyri at veita og betra Tænasturnar fyri teg. Harumframt brúka vit, fyri at hjálpa til at verja, menna og betra okkara virksemi, ávísar av betraðu funktiónunum hjá Shopify, sum nýta upplýsingar, ið eru fingnar frá tínum samvirki við okkara handil, saman við øðrum handlum og við Shopify. Fyri at veita hesar betraðu funktiónir kann Shopify nýta persónupplýsingar, sum eru savnaðar um títt samvirki við okkara handil, saman við øðrum handlum og við Shopify. Í hesum førum hevur Shopify ábyrgdina av viðgerðini av tínum persónupplýsingum, íroknað at svara tínum umbønum um at nýta tíni rættindi viðvíkjandi nýtsluni av tínum persónupplýsingum til hesi endamál. Um tú vilt vita meira um, hvussu Shopify brúkar tínar persónupplýsingar, og hvørji rættindi tú hevur, kanst tú vitja privatlívspolitikkin hjá Shopify fyri brúkarar . Alt eftir hvar tú býrt, kanst tú nýta ávís rættindi viðvíkjandi tínum persónupplýsingum her: Leinki til dátuverndarportalin hjá Shopify.
Heimasíður og leinki hjá triðjapersónum
Tænasturnar kunnu innihalda leinki til heimasíður ella aðrar pallar á netinum, sum triðjapersónar reka. Um tú fylgir leinkjum til heimasíður, sum ikki eru knýttar at okkum ella stýrdar av okkum, eigur tú at lesa teirra politikkir um vernd av persónupplýsingum og trygd og aðrar treytir. Vit veita onga trygd fyri og hava onga ábyrgd av dátuverndini ella trygdini á slíkum heimasíðum, íroknað hvussu neyvar, fullfíggjaðar ella álítandi upplýsingarnar á hesum heimasíðum eru. Upplýsingar, sum tú gevur á almennum ella hálvalmennum støðum, íroknað upplýsingar, sum tú deilir á sosialum netpallum hjá triðjapersónum, kunnu eisini síggjast av øðrum brúkarum av Tænastunum og/ella brúkarum av hesum pallum hjá triðjapersónum, uttan avmarking av okkara ella triðjapersóns nýtslu av teimum. At vit hava slík leinki við, merkir ikki í sjálvum sær, at vit góðkenna innihaldið á slíkum pallum ella teirra eigarar ella rekstrarfólk, uttan so at annað er upplýst á Tænastunum.
Upplýsingar um børn
Tænasturnar eru ikki ætlaðar børnum, og vit savna ikki vitandi persónupplýsingar um børn undir lógaldri í tínum rættarøki. Um tú ert foreldur ella verji hjá einum barni, sum hevur givið okkum sínar persónupplýsingar, kanst tú seta teg í samband við okkum við sambandsupplýsingunum niðanfyri og biðja um, at tær verða strikaðar. Frá tí degi, hesin privatlívspolitikkur fekk gildi, hava vit onga veruliga vitan um, at vit "deila" ella "selja" (sum hesi hugtøk eru allýst í galdandi lóg) persónupplýsingar um persónar undir 16 ár.
Trygd og goymsla av tínum upplýsingum
Gev gætur, at ongar trygdarráðstavanir eru fullkomnar ella til fulnar tryggar, og vit kunnu ikki tryggja "fullkomna trygd". Harumframt er møguligt, at upplýsingar, sum tú sendir okkum, ikki eru tryggar undir flutninginum. Vit mæla til, at tú ikki brúkar ótryggar rásir til at senda okkum viðkvæmar ella trúnaðarligar upplýsingar.
Hvussu leingi vit goyma tínar persónupplýsingar, veldst um ymisk viðurskifti, t.d. um vit hava brúk fyri upplýsingunum til at viðlíkahalda kontu tína, veita tær Tænasturnar, halda rættarligar skyldur, loysa ósemjur ella handhevja aðrar galdandi avtalur og politikkir.
Tíni rættindi og val
Alt eftir hvar tú býrt, kanst tú hava nøkur ella øll tey rættindi, sum eru nevnd niðanfyri, í mun til tínar persónupplýsingar. Hesi rættindi eru tó ikki óavmarkað, tey eru møguliga bara galdandi undir ávísum umstøðum, og í ávísum førum kunnu vit avvísa tína umbøn, um lógin loyvir tað.
- Rættur til innlit/vitan. Tú kanst hava rætt til at biðja um innlit í tær persónupplýsingar, sum vit hava um teg.
- Rættur til striking. Tú kanst hava rætt til at biðja um, at vit strika tær persónupplýsingar, sum vit goyma um teg.
- Rættur til rætting. Tú kanst hava rætt til at biðja um, at vit rætta skeivar persónupplýsingar, sum vit goyma um teg.
- Rættur til at flyta upplýsingar. Tú kanst hava rætt til at fáa eitt avrit av teimum persónupplýsingum, sum vit hava um teg, og til at biðja um, at vit flyta tær til ein triðjapersón, undir ávísum umstøðum og við ávísum undantøkum.
- Umsiting av samskiftisstillingum. Vit kunnu senda tær teldupost við tilboðum, og tú kanst til eina og hvørja tíð velja frá at fáa hann við at nýta avmeldingarmøguleikan, sum er í okkara teldupostum til tín. Um tú meldar teg frá, kunnu vit enn senda tær teldupost, sum ikki snýr seg um tilboð, t.d. viðvíkjandi kontu tíni ella bíleggingum, sum tú hevur gjørt.
Um tú býrt í Stórabretlandi ella Evropeiska Búskaparøkinum (EBS), kanst tú, við fyrivarni fyri undantøkum og avmarkingum sambært lokalari lóggávu, nýta hesi rættindi umframt tey rættindi, sum eru lýst omanfyri:
- Mótmæli ímóti viðgerð og avmarking av viðgerð: Tú kanst hava rætt til at biðja okkum steðga ella avmarka okkara viðgerð av persónupplýsingum til ávís endamál.
- Afturtøka av samtykki: Har vit byggja á samtykki fyri at viðgera tínar persónupplýsingar, hevur tú rætt til at taka hetta samtykki aftur. Um tú tekur títt samtykki aftur, ávirkar hetta ikki, at viðgerð, sum bygdi á títt samtykki áðrenn afturtøkuna, var lóglig.
Tú kanst nýta hvørt av hesum rættindum, har tað er víst á Tænastunum, ella við at seta teg í samband við okkum við sambandsupplýsingunum niðanfyri. Um tú vilt vita meira um, hvussu Shopify brúkar tínar persónupplýsingar, og hvørji rættindi tú hevur, íroknað rættindi viðvíkjandi upplýsingum, sum Shopify viðger, kanst tú vitja https://privacy.shopify.com/en.
Vit fara ikki at mismuna tær fyri at nýta nøkur av hesum rættindum. Tað kann vera neyðugt hjá okkum at vátta tín samleika, áðrenn vit kunnu viðgera tínar umbønir, sum loyvt ella kravt sambært galdandi lóggávu. Sambært galdandi lóggávu kanst tú tilnevna ein heimilaðan umboðsmann at seta fram umbønir tínar vegna um at nýta tíni rættindi. Áðrenn vit góðtaka eina slíka umbøn frá einum umboðsmanni, krevja vit, at umboðsmaðurin leggur fram prógv fyri, at tú hevur givið honum heimild at virka tínum vegna, og vit kunnu hava brúk fyri, at tú váttar tín samleika beinleiðis við okkum. Vit fara at svara tíni umbøn í rættari tíð, sum kravt sambært galdandi lóggávu.
Klagur
Um tú hevur klagur um, hvussu vit viðgera tínar persónupplýsingar, vinarliga set teg í samband við okkum við sambandsupplýsingunum niðanfyri. Alt eftir hvar tú býrt, kanst tú hava rætt til at kæra okkara avgerð við at seta teg í samband við okkum við sambandsupplýsingunum niðanfyri ella at senda klaguna til tín lokala dátuverndarmyndugleika. Fyri EBS kanst tú finna ein lista yvir viðkomandi dátuverndarmyndugleikar her.
Altjóða flutningur
Gev gætur, at vit kunnu flyta, goyma og viðgera tínar persónupplýsingar uttan fyri landið, sum tú býrt í.
Um vit flyta tínar persónupplýsingar út úr Evropeiska Búskaparøkinum ella Stórabretlandi, fara vit at byggja á viðurkendar flutningsskipanir sum standardsáttmálaásetingarnar hjá ES-nevndini ella samsvarandi sáttmálar, sum viðkomandi myndugleiki í Stórabretlandi hevur givið út, har tað er viðkomandi, uttan so at dátuflutningurin er til eitt land, sum er mett at veita eitt nøktandi verndarstig.
Broytingar í hesum privatlívspolitikki
Vit kunnu dagføra henda privatlívspolitikk av og á, millum annað fyri at endurspegla broytingar í okkara mannagongdum ella av øðrum rakstrarligum, rættarligum ella reglugerðarligum orsøkum. Vit fara at almannakunngera dagførda privatlívspolitikkin á hesi heimasíðuni, dagføra dagfestingina undir "Seinast dagført" og boða frá, sum kravt sambært galdandi lóggávu.
Samband
Hevur tú spurningar um okkara mannagongdir viðvíkjandi dátuvernd ella henda privatlívspolitikk, ella vilt tú nýta nøkur av teimum rættindum, tú hevur, vinarliga send okkum ein teldupost á info@solberg-souvenirs.dk. Tú kanst finna okkara aðrar sambandsupplýsingar í okkara contact information policy. Sambært galdandi dátuverndarlógum eru vit dátuábyrgdari fyri tínum persónupplýsingum.